Tað eru ikki nógvir lutir føroyingar eru samdir um. Men á einum øki eru næstan allir føroyingar samdir: Fjepparafelagið hjá fótbóltslandsliðnum, Skansin eru fantastiskir við tí rómi og stuðuli tey hava skapt til heimadystirnar hjá fótbóltslandsliðnum á Tórsvølli undanfarnu árini.
UEFA hevur eisini víst sína virðing og viðurkenning fyri Skansanum við at lata teimum heiðurin tvey ár á rað at vera bestu áskoðarar til landsdystir í Evropa.
Tað er tó ikki bara undanbrekka hjá Skansanum. Seinastu dagarnar hava óføru fjeppararnir stríðst fyri at kunna manna eitt rungandi stuðuls-lið til Nations League heimadystirnar móti Lettlandi og Andorra. Tað endaði við, at FSF játtaði Skansanum 20 av teimum 500 møguligu atgongumerkjunum til dystin móti Lettlandi leygardagin.
Í Skansanum høvdu tey ynskt 100, og ið hvussu er 50 atgongumerki, men sum ein Skansa-limur segði við in.fo: - Eitt Halt Kjaft bomm er betri enn einki bomm.
Nú fara 20 Skansa-limir so at gera klárt at heppa á Føroyar, men har eru fleiri avbjóðingar á vegnum. Fjarstøða má vera millum tey 20 Skansa-fólkini, og tey mugu øll vera í masku undir dystinum orsaka av Korona-tilráðingunum.
Onkur frá Skansanum mátti sjógv á baki niðan til Bygma Balslev at keypa maskur fyri at kunna halda Korona-reglugerðina hjá FSF á Tórsvølli.
Men so er tað hvussu nógv/lítið ein fær rópt, stuðlað og sungið við masku? Trompet-leikararnir hava verið eitt frískt innslag til sangirnar hjá Skansanum. Ber til at leika á Trompet og siga, at tað fungerar sum ein "maska", ella mugu trompetirnar vera eftir heima?
Í Skansanum hava tey ikki mist mótið, men tey ásanna, at tað verður ein serlig avbjóðing at stuðla føroyska fótbóltslandsliðnum hesaferð.
Eingin kann lova, at Nations League dysturin móti Lettlandi verður ein fótbóltsveitsla ella ein málveitsla. Men eitt maskubal verður tað, ið hvussu er.
Koyr á Føroyar og koyr á Skansin.
##med2##