Tað telur skjótt niður hjá B68. Hóttanin av niðurflytingini er stór. B68 er fimm stig frá triði aftasta plássinum. Við gongdini hjá VB/Sumba seinastu ferðirnar í huga kann roknast við, at toftamenn skulu vinna nógv stig í sjey teimum seinastu umførunum, um teir skulu hava møguleika at lætta sær á.
Mánakvøldið var B68 á sigurskós í Gøtu, men í síðsta minutti mistu teir tvey stig. Allir B68 spælararnir eru tøkir upp undir KÍ vitjanina. Eitt ivamál er tó. Tað er Kári Hansen, sum var skaddur, tá ið B68 spældi 1-1 í Gøtu.
Heðin við aftur
Hjá klaksvíkingum, sum skulu reisa seg eftir dyggan lúsing á heimavølli móti VB/Sumba, er Harley Bertholdsen leikbannaður eftir útvísingina sunnudagin.
Oddmar á Lakjuni verður heldur ikki við hesa ferð, tí hann er framvegis skaddur. Heðin á Lakjuni sat uttanfyri seinast, tí hann ikki hevði verið førur fyri at venja.
Í hesi vikuni hevur Heðin vant, og tí verður hann ivaleyst á KÍ liðnum.
KÍ fær stigini á útivølli
Fyrr í summar vann B68 púra óvæntað 3-1 í Klaksvík, eftir at KÍ uppaftur fyrr í summar hevði vunnið 4-0 á Svangaskarði.
Merkisvert er tað, at KÍ, sum oftast hevur verið roknað at standa seg framúr væl á heimavølli, í ár hevur staðið seg væl betri á útivølli enn á heimavølli. Klaksvíkingar hava hvørja ferð havt stig við sær aftur til hús, tá ið teir hava spælt aðra staðni.
KÍ hevur vunnið seks útidystir, og fýra ferðir hevur tað verið javnt.