Umboð fyri fjepparafelagið "Skansan" eru eisini í Riga í Lettlandi. Mett verður, at føroyska landsliðið fer at fáa stuðul frá 110 føroyskum áskoðarum til dystin á Skonto leikvøllinum í Riga í kvøld. Dysturin byrjar klokkan 19.45, og Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum á Rás2.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum in.fo/Rás2 gjørdi við Andrass Thomsen, oddamann í Skansanum fyrr í dag.
Umframt vónirnar og metingarnar hjá Andrassi Thomsen fyri dystinum í kvøld, so snýr prátið seg eisini um tey tiltøk, sum Skansin ætlar at skipa fyri mánadagin í samband við heimadystin ímóti Portugal á Tórsvølli, mánakvøldið klokkan 19.45. Skansin ætlar aftur at gera veruligan mun til ein heimadyst hjá føroyska landsliðnum.