Skansin fær frið

Í øllum førum fyribils. Meirilutin í Tórshavnar Býráð hevur nú avgjørt, at fara undir eina broytta havnaútbygging í Havnini, har Skansin fær frið.

Sum støðan er nú koma vit ikki víðari.

 

Orðini eigur meirilutin í Tórshavnar Býráð, sum tí hevur avgjørt at byrja upp á eina alternativa útbygging av eystaru bryggju.

 

Undir yvirskriftini Málið um Eystaru Bryggju skal loysast nú, boðar býráðssamgongan frá, at farið verður undir eina minni og bíligari havnaútbygging. Bygt verður vestureftir og suðureftir.

 

Við hesi útbyggingini verður fría útsýni av Skansanum út á fjørðin varðveitt. Heldur ikki verður bygt framvið fjøruni Yviri við Strond.

 

Javnaðarflokkurin, Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin hava tikið hesa avgerð, tí verandi støða førir ongan veg. Hetta kunnu vit ikki bjóða hvørki vinnuni, handilslívinum ella teimum hundraðtals fólkunum, sum hava sína inntøku av økinum hjá Tórshavnar havn.

 

Skulu vit framtíðartryggja hesi arbeiðspláss og fylgja við í menningini, so má ætlanin fremjast beinanvegin, og samstundis skapa vit pláss fyri íløgum í aðrar átrokandi verkætlanir, skrivar samgongan.