TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr løtuna tá Hans Kristian Eyðunson Hansen og Jóhan Ásmundsson frá Skansanum vitjaðu Fótbóltspanelið í sendingini SportBoxin á Rás2 fyrrapartin.
Skansin ger nógv burturúr heimadystinum ímóti Andorra sunnudagin. Tey í Skansanum ætla at stuðla allan dystin, og nú verða sangirnir hjá Skansanum eisini lagdir á setrini, so allir áskoðarar kunnu syngja við til sangirnar hjá Skansanum.
Hans Kristian Eyðunson Hansen og Jóhan Ásmundsson frá Skansanum eru optimistiskir, og báðir tippa ein føroyskan sigur ímóti Andorra.
Dysturin ímóti Andorra byrjar klokkan 17 sunnudagin. Tróndur Arge sigur frá dystinum, og longu frá klokkan 15 verður sent beinleiðis frá økinum, har Skansin hitar upp til dystin.










