Skansi Offshore og Equinor menna ammoniakk skip

- Endamálið er at minka um útlátið við 90 prosentum, sigur stjórin í Skansi Offshore, Jens Meinhard Rasmussen.

Skansi Offshore hevur vegna veitingarskipið Kongsborg undirskrivað ein nýggjan tríára sáttmála við norska orkufelagið Equinor. Sum partur av avtaluni verður nýggj battarískipan sett í Kongsborg.

 

Eisini hevur reiðaríið lagt fram eina verkætlan, ið miðar eftir at broyta skipið til at kunna verða drivið við ammoniakk sum brennievni.

 

Endamálið er at minka um útlátið við 90 prosentum.

 

- Reiðaríið fer at gera sítt besta fyri at viðvirka til málsetningin í hesi verkætlan við tí fyri eyga at umbyggja Kongsborg, tá tøknin til tess er vorðin góðkend, sigur Jens Meinhard Rasmussen, stjóri á Skansi Offshore, í tíðindaskrivi.

 

Skansi og Equinor hava eisini longt sáttmálan fyri Sjóborg í eitt ár, soleiðis at hesin gongur til november 2023 við møguleika fyri leingjan við fýra árum aftrat. Sjóborg, sum tey seinastu fimm árini hevur arbeitt fyri Equinor, var fyrsta skipið hjá Skansi at fáa battarískipan.

 

Skansi Offshore er tí langt frammi í mun til menningi av nýggjari tøkni til alternativt brennievni. Reiðaríið hevur eisini frá byrjan lagt dent á at uppfyllla hægstu krøv innan HSEQ (heilsu, trygd, umhvørvi, góðsku).

 

- Vit hava ein greitt orðaðan politikk at stuðla upp undir virðir og mannagongdir kring trygdina hjá starvsfólkum, umhvørvinum, okkara skipum og farminum, sigur Jens Meinhard Rasmussen.

 

Hann leggur aftrat, at reiðaríið virkar eftir bestu praksis og ídnaðarstandardum og skipar arbeiðið við støði í tí altjóða HSEQ-skipanini fyri skip, nevniliga ISM-Code og ISPS, umframt ISO 9001/14001/45001 og Skansi Life Saving Rules. 

 

- Vit hava javnan umvælt okkara fimm veitingaskip og endurnýggjað og uppstigað útgerð og annað umborð. Sjóborg fekk oljusparandi battarískipan í 2017, og Kongsborg fær nú eisini slíka. Næsta stig verður at menna Kongsborg til at vera rikið við ammoniakk, sigur stjórin.

 

Í Skansi Offshore fegnast tey um hesar sáttmálar.

 

- Okkara skiparar og manningar hava víst sína styrki í at veita framúr góða tænastu við hjálp av okkara væl útgjørdu veitingaskipum. Sáttmálarnir eru ein álitisváttan frá einum sera stórum og krevjandi altjóða aktøri, sum Equinor, sigur Jens Meinhard Rasmussen, stjóri.

 

Higartil í ár hava Saeborg, Tórsborg og Sjóborg verið á sáttmála við Equinor. Eldborg hevur hinvegin virkað á spotmarknaðinum, fyrst í tænastu fyri Peterson í Hálandi og Ithaca í Bretlandi, og nú í norskum øki.

 

- Kongsborg hevur síðan januar arbeitt undir sáttmála við Shell. Hesin sáttmáli endar í seinnu hálvu av oktober 2022, og haðani fer skipið beinleiðis í tænastu fyri Equinor undir sínum nýggja tríára sáttmála, sigur stjórin í Skansi Offshore í tíðindaskrivi.