- Áðrenn fíggjarkreppuna hevði eitt líknandi skip kostað eini 400 milliónir krónur. Og harumframt spara vit pengar við at yvirtaka ein sáttmála frá øðrum reiðaríi.
Tað sigur Jens Meinhard Rasmussen, stjóri í Skansi Offshore, sum í gjár skrivaði undir sáttmála um enn eitt spildurnýtt frálandaskip fyri 330 milliónir krónur.
Nýggja skipið verður latið reiðarínum, longu um tveir mánaðir. Tað kemst av, at Skansi Offshore hevur yvirtikið sáttmálan um skipið frá einum øðrum reiðaríi, ið ætlaði at byggja eitt frálandaskip á Havyard skipasmiðjuni, men av ymsum orsøkum bleiv tann avtalan av ongum.
- Tað gevur okkum nógvar fyrimunir. Vit fáa skipið um tveir mánaðir og gjalda við levering. Harvið spara vit útreiðslurnar, sum vanliga eru knýttar uppí eina nýbygging, til dømis dýr lánsgjøld, ið falla til gjaldingar undir bygging, sigur Jens Meinhard Rasmussen.
Hann vil tó ikki upplýsa, um ella hvussu nógv Skansi Offshore hevur fingið trýst prísin niður, nú reiðaríið tekur yvir byggisáttmálan.
- Men tað er greitt, at vit spara nógvar pengar, sigur Jens Meinhard Rasmussen.
Nýggjasta skipið hjá Skansi Offshore er av slagnum Havyard 833, eins og Sjóborg. Skipið er 86,8 metrar langt og 19,6 metrar breitt. Dekkið er 1000 fermetrar.
Talan er um fimta frálandaskipið hjá Skansi Offshore. Harvið hevur ambitiøsa reiðaríið gjørt íløgur fyri 1,6 milliard krónur síðstu árini. Skipini eru fíggjað, bæði í Føroyum og uttanlanda.
Frálandaskipini arbeiða fyri Statoil, BP (British Petroleum) og BG (British Gas).
Hoyr samrøðu við Jens Meinhard Rasmussen her: