Fyrstu sjónligu teknini til havnaútbyggingina í Havn eru nú komin undan kavi. Ein lítil moli er farin at vaksa út úr gamla molanum.
Ragnhild og Siri sigla í pendulfart av Glyvursnesi við gróti og sleppa tí á sjógv, har nýggja útbyggingin er.
Nýggja útbyggingin verður 95.000 fermetrar til víddar, við 900 bryggjumetrum við 15 metra dýpi.
Tey, sum hava vitjað í Sandagerði seinastu mánaðirnar hava eisini sæð, at sandurin liggur eitt sindur øðrvísi enn hann plagdi. Onkur vilja vera við, at tað júst eru mongu tonsini av gróti, sum eru tveitt við molan, sum gera munin.
Útbyggingin verður liðug í 2019.










