Føroya Bjór hevur framleitt serliga øl upp undir tjóðarhátíðina. Ølin kallast Skansa øl.
- Magnus Heinason bygdi Skansan í 1580. Skansa øl er eitt serbryggj, ið er bryggjað við virðing fyri tí farna - við framtíðarinnar avbjóðingum í huga. Skansa øl hevur ein flottan reyðan lit og er smakkurin sermerktur av serligu malt samansetingini, sigur Føroya Bjór um nýggju ølina.
Ølin, ið er 4,6 % abv. er kryddað við úrvaldari humlu og hóskar væl til allan føroyskan mat og til tjóðarhátíðina 2015.










