Skandinaviskur niðurtúrur

Danski landsliðsvenjarin hevði vónað, at danska landsliðið kundi halda góðu gongdini ímóti Wales í kvøld. Persónliga hevur Morten Olsen ongantíð tapt, sum landsliðsvenjari í november mánað. Men alt hetta oyðilegði Craig Bellamy hjá Wales í 77. minutti, tá hann gjørdist match-vinnari. Bert 10.271 áskoðarar vóru til dystin í Brøndby, og tey sóu eitt walisiskt útilið, sum hevði aðrar málmøguleikar eisini. Danmark lá eisini framvið, tað nærmasta danir komu, varð eitt skot hjá Søren Larsen ímóti dystarenda, sum rakti stongina.

 

Fyri fyrstu ferð síðani 1978, er eitt landsliðsár farið aftur um uttan, at Noreg hevur vunnið ein landsdyst. Noreg spældi á útivølli ímóti Ukraina, og endaði dysturin 1-0 til Ukraina. Sigursmálið skoraði Seleznov uppá brotsspark í 26. minutti. Åge Hareide umbar seg við teimum mongu skaðunum, sum hava rakt norska liðið.

 

Svenski landsliðsvenjarin, Lars Lagerbäck kundi bert rósa hollendsku mótstøðumonnunum, sum sýndu vakurt spæl, tá Holland vann 3-1 á Svøríki. Báðumegin steðgin skoraði Robin van Persie fyri heimaliðið til 1-0 og 2-0. Kim Källström fekk Svøríki inn aftur í dystin, men Dirk Kuyt staðfesti sigurin hjá Hollandi. Lagerbäck varð greiður - Vit møttu einum liði, sum var betri enn vit.

 

Ísland spældi niðri á Malta, og har eydnaðist tað íslendingum at tryggja sær ein sigur. Hálvleiksstøðan varð 0-0, men tá 66 minuttir vóru spældir tryggjaði Heiðar Helguson Íslandi sigurin. Ìslendingar høvdu teir flestu málmøguleikarnir, sum vóru í dystinum.