Skandinavisku liðini fáa tað torført í kvøld

Rosenborg hevði nóg mikið av málmøguleikum til at vinna á Fiorentina í heimadystinum í UEFA-kappingini á Lerkendal í Tróndheimi. Men teir tóku ikki av møguleikunum, og dysturin endaði við einum 0-1 tapi. Nú skal Rosenborg so royna at venda gongdini niðri í Firenze. Tað verður torført, men Rosenborg hevur staðið fyri undrum niðri í Italia áður. Helsingborg tapti 0-2 á útivølli á Phillips Leikvøllinum í Eindhoven. Hollendska oddaliðið skal bara skorað eitt mál í Helsingborg, og so er dysturin punkteraður. Dysturin millum Helsingborg og PSV verður annars vístur á Eurosport kl. 19.45. Brann Bergen tapti 0-2 heima á Brann Leikvøllinum ímóti Everton. Everton hevur Mikel Arteta, Steven Pienaar og Thomas Gravesen tøkar aftur, so tað verður ein nærmast ómøglig uppgáva hjá Brann. David Moyes ávarar kortini Everton-leikarnar at taka ov lætt uppá uppgávuna. Skandinavisku liðini hava ikki leikt ein kappingarføran dyst síðani í desember, og tað líða tey undir nú.