Skandinavia stendur saman um Infantino

Í síðstu viku boðaði føroyska fótbóltssambandið, FSF, at teir ætla at peika á sveisaran, Gianni Infantino til nýggja forseta í altjóða fótbóltssamgonguni FIFA.


Nú tykist eisini, at fleiri av nærmastu grannunum hjá føroyingum taka sama val. Tey trý skandinavisku londini Svøríki, Norra og Danmark, hava í dag øll kunngjørt, at tey stuðla Gianna Infantino.


Seinasta í røðini at boða frá sínum vali, var formaðurin í danska fótbóltssambandinum, Jesper Møller.


- Eg havi fingið eitt mandat frá DBU leiðsluni til at stuðla Infantino. Sjálvandi við tí treyt, at vit framhaldandi fylgja gongdini fram móti atkvøðugreiðsluni, sigur Jesper Møller við DR Sporten.


Forsetavalið í FIFA verður hildið 26. februar.