Tað er ofta ein trupulleiki, tá føroyingar royna seg á altjóða fótbóltspallinum.
– Tað var torført at seta ferð á í nógva hitanum, var niðurstøðan hjá Mikkjali Thomassen, sum stóð á odda fyri besta mansliðnum hjá B36 í útidystinum móti Olimpi Rustavi í Europe League í fjør.
– Í hitapottinum, sum vøllurin var, megnaðu okkara at arbeiða nógv og hart og at halda tætt seinasta tíman, segði Pauli Poulsen, sum var hjálparvenjari hjá NSÍ, tá runavíkingar royndu seg móti Dinamo Tbilisi á útivølli í 2008.
– Bæði undan og eftir fyrstu venjingina hjá landsliðnum mikudagin vóru spælararnir vigaðir, so tað var greitt, hvussu nógva vætu, teir mistu. Niðurstøðan var, at spælararnir missa nógva vekt í hitanum, skrivaði Jákup Mørk, fyrrverandi ítróttarskrivari á Sosialinum, undan landsdystinum móti Serbia á útivølli í 2008.
– Hóast tað eydnaðist KÍ-kvinnunum at halda tætt í yvir 40 hitastigum, so hálvleiksstøðan var 0-0, eydnaðist tað ikki allan vegin, og talan gjørdist um eitt 0-2 tap, skrivaði Hilmar Jan Hansen í dystarfrásøgnini, tá KÍ royndi seg á útivølli móti franska Montpellier í 2008.
Nógvu hitastigini eru til stóran ampa fyri fótbóltsglaðu amatørarnir, sum hava sína dagligu gongd í kalda og veðurbarda Norðuratlanshavinum.
Nú verður ætlandi lættari hjá føroyingum og skandinavum at fyrireika seg til ítróttarkappingar í nógvum hitastigum
Magni Mohr og aðrir fara í samráð við Københavns Universitet undir drúgvar kanningar, hvussu mannakroppurin hjá skandinaviskum ítróttarfólkum, sum liva í lutfalsliga køldum umhvørvi, berur seg at, tá hann tekur brádliga nógvan hita til sín.
– Gransking er fyrst og fremst at fáa vitan og staðfest ymisk hagtøl. Við hesum fær skandinaviskur ítróttur betri grundarlag at fyrireika seg til kappingar í nógvum hita, sigur Magni Mohr.
Ein hópur á 22 fótbóltsleikarar úr Føroyum og Danmark venda nøsini móti Qatar í oktober, har fleiri venjingar eru á skránni í nógva hitanum. Ferðaliðið verður burtur í 12 dagar.
Umfatandi verkætlan
Tað er ikki lætt hjá skandinaviskum mannakroppi at venja seg við nógvan hita alt fyri eitt. Musklarnir og blóðrensli verður ávirkað og skal royna at leiðrætta seg eftir hitanum.
Tað hevur ávirkan á avrikið, sum skandinavar leggja fyri dagin. Fyri at handfara trupulleikan frægast tilber, er ætlanin at fáa staðfest í tølum, hvussu ítróttarfólkini verja seg fyri hitanum.
– Føroysk fótbóltslið royna seg í altjóða kappingum á hvørjum ári, og hitin ger ikki uppgávuna lættari. Nú fáa vit staðfest, hvussu kroppurin reagerar, og so er møguleikin at leggja fyrireikingarnar eftir tí, sigur Magni Mohr.
Millum annað eru tveir venjingardystir á skránni á ferðini. Annar dysturin verður í eini ítróttarhøll, har hitastigini verða 15 í tali.
Hin dysturin verður uttandurða í 40 hitastigum.
Nøkur av úrslitunum verða klár alt fyri eitt, men endiliga tilmælið verður neyvan liðugt fyrr enn um seks mánaðir.
– Tað er ein umfatandi kanning, sum fevnir víða, og sum verður viðgjørd í ymsum tíðaritum. Tað verða ikki bara føroyingar, men fleiri ítróttarfeløg í Evropa, sum fara at nýta kanningarúrslitini, sigur Magni Mohr.










