Skandiamaðurin drap Oluf Palme

Stig Engström verður sagdur at vera tann seki í at hava dripið Oluf Palme. Hann doyði í 2000. Kanningarnar í málinum steðga nú.

Á einum søguligum tíðindafundi í Stokkhólmi í dag hevur høvuðsákærin Krister Petersson víst á skadiamannin, Stig Engström, sum drápsmannin hjá Oluf Palme. Stig Engström doyði í 2000.

Tann táverandi svenski forsætisráðharrin varð dripin 28. februar í 1986.

Høvuðsákærin sigur, at kanningararbeiðið av Palmemorðinum steðgar nú.

Stig Engström arbeiddi í tryggingarfelagnum Skandia og var nærindis, tá Palme varð skotin. Hann er síðani kveistraður burtur sum vitni og skrivaður út úr málinum.

Síðani er komið fram, at hann gjøgnum ein vinmann hevði atgongd til vápn av sama slagi, sum tað ið drap Oluf Palme. Skandiamaðurin hataði eftir øllum at døma Palme.

##med2##

Kanningarleiðarin Hans Melander sigur á tíðndafundinum í Stokkhólmi, at millum annað kúlan, sum drap Palme, og ein kúla, sum bar við Lisbet Palme, var av slaðnum Winchester. Kalibarin var 3,57 magnum.

Men tær báðar kúlurnar, sum eru úr býggi og koparklæddar, hava bara fá spor, og tað er ikki gjørligt at staðfesta, um tær eru úr sama vápni. Men tað er gjørt greit tá annan hátt.

/ritzau/