Festivalurin, sum sigst at verða tann vakrasti í Danmark, fór av bakkastokki um vikuskiftið 7.-10. august í skógini í Skanderborg fyri 29. ferð á rað. Í ár er tiltakið størri enn nakrantíð áður; 40 nýggir camps vórðu gjørdir og fleiri sera stór nøvn hava upptraðkað á festivalinum. Longu tá ið festivalatgongumerkjusølan til festivalin hevði verið opin nakrar fáar dagar, vóru sera nógv atgongumerki seld og fleiri mánaðir áðrenn festivalurin lat upp, var alt útselt.
Fleiri, sum vóru á væl umtókta Roskilde festivalinum, vóru ónøgd við tónleikararnar, tí tey saknaðu eitt veruligt ?høvuðsnavn? og fleiri valdu tískil hugnaliga skógarfestivalin í Skanderborg framum Roskilde. Umframt at gera festivalin størri enn nakrantíð fyrr, royndu fyriskipararnir í ár eisini at gera hann meiri ?brúkaravinarligan?. Tvær milliónir eyka vóru settar av í ár fyri at royna at stytta um tíðirnar í køunum á festivalplássinum og sum heild var roynt at betra um umstøðurnar hjá áhoyrarunum.
Alt hetta hevur verið við til at gera festivalin meira áhugaverdan enn nakrantíð áður.
Festivalurin hevur tískil nú lættari við at kappast við Roskilde festivalin, sum vanliga fær vitjandi úr øllum heiminum.










