Í morgin klokkan 17.45 byrjar annar heimadysturin hjá KÍ í Europa Conference League bólkaspælinum á Tórsvølli. Mótstøðuliðið hesaferð er Olimpia Ljubljana úr Slovenia.
Undan dystinum hevur KÍ eitt stig, meðan Olimpic einki stig hevur. Tí eru vónirnar ikki sørar, at KÍ níggjunda heimadystin á rað í Evropa aftur fer at fáa stig.
Dómaraeygleiðarin hjá UEFA til dystin á Tórsvølli verður ein gamal kenningur hjá Jóan Símuni Edmundssyni og føroyska fótbóltslandsliðnum.
Bosniski dómarin, Ognjen Valjic sum verður dómaraeygleiðari á Tórsvølli í annaðkvøld dømdi HM-undankappingardystin millum Andorra og Føroyar í Andorra La Vella 25. mars í 2017.
Yvirhøvur var semja millum føroysku áskoðararnar, ið vóru til dystin, at bosniski dómarin, Ognjen Valjic dømdi stak illa. Ikki minst í støðuni, har Jóan Símun Edmundsson í fyrra hálvleiki fekk albogan frá einum andorianskum verjuspælara í brotsteiginum hjá Andorra.
Jóan Símun bløddi so illa, at sjálvt ein hálvblindur maður kundi síggja tað. Kortini valdi Ognjen Valjic at geva Joan Símun gula kortið fyri at "filma". Seinni gjørdi Jóan Símun tíverri veruligan "film", og fekk tá eitt uppiborið gult kort, men tað fyrra gula kortið, ið Ognjen Valjic gav Jóan Símuni var burtur úr vóni og viti.
Sama summarið fekk tað avleiðingar fyri Ognjen Valjic, at hann yvirsá eitt brotsspark í einum avgerandi dysti millum HŠK Zrinjski og FK Željezniča í bestu bosnisku fótbóltsdeildini. Fyri hesa vánaligu dømingina fekk Ognjen Valjic bann at døma nøkur umfør í bestu bosnisku fótbóltsdeildini í 2017. Nú verður hann so dómaraeygleiðari til ein dyst hjá einum føroyskum liði.
Tað verður annars 38 ára gamli týski dómarin, Harm Osmers sum verður fyrsti dómari til dystin millum KÍ og Olimpia Ljubljana.
KÍ Klaksvík (FRO) - NK Olimpija Ljubljana (SVN) | Bólkur A
Dómari: Harm Osmers GER
Hjálpardómari 1: Robert Kempter GER
Hjálpardómari 2: Dominik Schaal GER
Fjórði dómari: Robert Schröder GER
VAR-dómari: Benjamin Brand GER
VAR-hjálpardómari: Günter Perl GER
UEFA dómaraeygleiðari: Ognjen Valjić BIH
UEFA umboð: Cristiano Ascari SMR
##med2##