Øskuskýggið úr Íslandi er nú farið úr donskum loftrúmi og ávirkar tí ikki flogferðsluna har. Sostatt eru allir teir donsku flogvøllirnir opnir í dag.
Naviair, sum umsitur flogtrygdina í danska loftrúminum, sigur, at øskuskýggið fer suður um Danmark. Tað hevur havt við sær, at teir týsku loftferðslumyndugleikarnir hava stongt tann norðara partin av loftrúminum í morgun. Tí eru flogvøllirnir í Hamburg og Bremen stongdir, og øskuskýggið kann ávirka flúgvingina til og úr Berlin seinni í dag.










