Øskan úr Eyjafjallajøkli hevur rakt ferðavinnuna í fleiri vesturevropeiskum londum ógvuliga meint. Serliga spanska ferðavinnan hevur kent sviðan av teirri íslendsku øskuni. Myndugleikarnir har siga, at 3,9 milliónir ferðafólk komu til Spania í apríl, og at tað var 13 prosent færri enn í apríl í fjør. Myndugleikarnir ivast ikki í, at øskan hevði skyldina.
Tað vóru serliga bretar, sum ikki sluppu til Spania í apríl. Teir vóru 27 prosent færri í síðsta mánað enn í apríl í fjør.
Spania er triðstørsta ferðamannalandið í heiminum næst eftir Frakland og USA, og umleið 10 prosent av landsins bruttutjóðarframleiðslu stavar frá ferðavinnuni.