Øskan úr Eyjafjallajøkli ávirkar flúgvingina

Tann nógva øskan frá gosinum í Eyjafjallajøkli ávirkar flogferðsluna. Í Bretlandi hava myndugleikarnir stongt flogvøllirnar í Edinburgh og Aberdeen, og norsku loftferðslumyndugleikarnir hava gjørt av at steðga allari flúgving til og frá flogvøllum á Vesturlandinum og í Norðurnoregi. Í Svøríki er øll flúgving har norðuri í landinum avlýst.

Ein talsmaður fyri norsku loftferðslumyndugleikarnar sigur við NRK, at nógvar fráferðir úr Oslo eru avlýstar, men at flogferðslan eystureftir og suðureftir gongur eftir ætlan. Harafturímóti eru allar rutur til Bretlands avlýstar.

Bretsku myndugleikarnir hava steðgað allari flúgving yvir norðara parti av Skotlandi. Flogvallirnir í Edinburgh og Aberdeen eru stongdir, og aðrir skotskir flogvøllir verða møguliga stongdir í dag, skrivar AFP.

Myndugleikarnir siga, at øskan frá gosinum í Íslandi kann vera hættislig fyri flogfør, tí øskan kann oyðileggja motorarnar, sum í ringasta føri kunnu steðga.