Øskan hóttir aftur flúgvingina

Øskan frá Eyjafjallajøkli órógvar aftur flúgvingina, og myndugleikarnir í Írlandi umhugsa at lata allar flogvallirnar aftur í morgin, tí øska rekur tann vegin. Írska flogferðslueftirlitið hevur kunnað flogfeløgini um, at flogvallirnir verða møguliga stongdir.

-Bretska gosmiðstøðin VAAC hevur sagt, at tað kann blíva neyðugt at lata flogvallirnar aftur í morgin. Í fyrsta umfari er talan um altjóða flogvallirnar í Dublin og Shannon og nakrar lokalar flogvallir, sigur írska flogferðslueftirlitið.

Sum skilst fer írska stigið ikki at ávirka flogfør, sum flúgva ígjøgnum írskt loftrúm, og tað fer heldur ikki at ávirka flogferðsluna til og av Heathrow-flogvøllinum við London.