Serfrøðingar hava aftur í dag verið á bústaðnum, har eldurin sunnumorgunin í Tønder kostaði einum føroyingi lívið, men enn er ov tíðliga at siga, hvør orsøkin til eldin var. Sunnumorgunin kravdi ein eldibrandur í Tønder tvey mannalív. Annar var føroyingurin Dan Ejler Richmond, sum bert gjørdist 20 ára gamal.
Svend Erik Poulsen frá løgregluni í Tønder, sum leiðir kanningararbeiðið, sigur við Portalin, at teir ikki eru nærri einari loysn av málinum, enn teir vóru í gjár.
- Tað stendur greitt, at skammlop ikki var orsøkin til eldin, og einki bendir á, at nakað annað tøkniligt var orsøkin, so tí arbeiða vit útfrá, at tað var royking í seingini, ið elvdi til eldin, sigur Svend Erik Poulsen.
Hann roknar við, at tað ganga einir tveir til fýra dagar, áðrenn serfrøðingarnir hjá løgregluni í Tønder eru lidnir við kanningararbeiðið.