Skammiligt tap ímóti Gibraltar

Ikki UEFA-limalandið vann 3-0 á Føroyum Á Gibraltar kann heimafólkið fegnast um tað besta úrslitið hjá Gibraltar, síðani landslið teirra megnaði javnleik 0-0 ímóti Real Madrid í 1949.

 

Gibraltar hevur snøgt sagt vunnið 3-0 á Føroyum. Ikki ber tað til at renna undan, at talan er um eitt skammiligt tap, um tað so eitur ein venjingardystur, og at talan varð um ein regntungan vøll á Gibraltar. Talan er helst um ringasta tap í søguni hjá landsliðnum.

 

Støðan í hálvleikinum var 0-0. Gibraltar skoraði til 1-0, meðan føroyska verjan var í holt við at stilla múrin. Hetta var aftaná ein tími var farin av dystinum.

 

2-0 málið, tá 82 minuttir vóru farnir, har Gibraltar-spælari stútaði eitt hornaspark í netið.

 

3-0 málið var sera vakurt, og talan var um ein heilfluktara.

 

Umleið 1.000 áskoðarar vóru til dystin, og tey eru øll í ekstasu um úrslitið hjá Gibraltar.

 

Bilar koyra runt gøturnar á Gibraltar og ýla, sum um teir hava vunnið HM í fótbólti.

 

Ringt var at spæla, serliga í fyrra hálvleiki, tí tað regnaði sera illa.

 

Heimildarmaðurin hjá Portalinum heldur, at ivasama 1-0 málið, har føroyingar stríddust við at stilla ein verjumúr knekkaði føroyska liðið. Málið gav samstundis liðnum hjá Gibraltar eyka megi til at stríðast til seinasta minutt.

 

Bæði Símun Samuelsen og Bogi Løkin brendu opnar málmøguleikar.

 

Føroyski venjarin, Brian Kerr fekk tað reyða kortið aftaná dystin, helst fyri at geva til kennar sína ónøgd um 1-0 málið, har dómarin loyvdi Gibraltar at skjóta frísparkið, áðrenn føroyingar vóru lidnir at stilla verjumúrin.