Skammiligt

Tað var við góðari hjálp, at John Terry javnanði fyri Chelsea í gjár

Mynd: (BBC/Screenshot) Her sæst John Terry í rangstøðu

Venjarin hjá Everton, Roberto Martinez, er í øðini um dømingina í dystinum móti Chelsea í gjár. Dyrsturin endaði við javnleiki 3-3, men tað  var ikki fyrr enn átta minuttir inn í yvirtíðina, at ein rangstaddur John Terry javnaði Chelsea.

- Eg eri óður um dømingina, sum tvar skammilig. Fyri tað fyrsta, so leggur dómarin sjey minuttir afturat, meðan teir skora aftaná sjey minuttir og 53 sekund. John Terry er eisini tveir metrar rangstaddur, sigur Roberto Martinez.

Venjarin hjá Everton hevur eisini, tí myndinrnar vísa greitt, at tá Oscar stútar bóltin til John Terry, tá er liðskiparin hjá Chelsea greitt rengstaddur. Everton var fyrst á odda 2-0, áðrenn Chelsea javnaði til 2-2. Síðani mundu tey felstu halda, at Everton skoraði sigursmálið, tá Ramiro Funes Mori skoraði til 3-2 í seinasta minttinum av vanligari spælitíð.

- Tað var púra greitt rangstøða. Tað  er ein ræðulig avgerð, tá tú hugsar um at hetta skal eitast, at verða best deildin í verðini. Eg eri í øðini, tí vit spældu javnt orsaka av eini ræðuligari avgerð heilt móti endanum, sigur Roberto Martinez.

Chelsea er framvegis í trupulleikinum í niðari hálvuni av stigatalvuni, meðan Everton er parkerað mitt á stigatalvuni.