VIT hoyrdu t.d., at politikarar beinleiðis løgdu eftir Sjónvarpi Føroya og óbeinleiðis eftir tíðindafólkum. Tey vórðu skuldsett fyri at rangsnúgva, mani-pulera og fyri at propagandisera.
HETTA eru grovar skuldsetingar ímóti triðja parti, sum ikki fær vart seg. Tað er ófatiligt, at løgtingsformaðurin ikki talar at slíkum álopum.
UPPAFTUR meira óhugnaligt er, at ein politikari í hesum sambandi hóttir við ikki at veita fígging til henda stovn, um tað aftur skuldi verðið neyðugt. Slíkt er barnsligt og óbúgvið. Tað er tí gott, at Starvsmannfelagið ger vart við seg í slíkum føri.
EITT tíðindafólk, sum hevur fylgt einum máli, má hava loyvi til at gera sína niðurstøðu ella tulking. Og tá Bjarni Djurholm, løgtingsmaður, kemur við einum uppskoti, sum løgmaður, Anfinn Kallsberg, higartil hevur víst frá sær, so má tíðindafólkið hava rætt til at siga, at Bjarni Djurholm gongur ímóti løgmanni, um tíðindafólkið annars kemur til hesa niðurstøðu.
MEN tað vóru ikki bara álop á Sjónvarp Føroya. Tingfólk úr Fólkaflokkinum løgdu eisini eftir Føroya Fiskimannafelag, tí Fiskimannafelagið ikki hevur gjørt eina eftirlønarskipan fyri limir sínar. Fiskimannafelagið hevði heldur ikki møguleika at verja seg, hví felagið ikki hevur teknað eina eftirlønarskipan fyri limir sínar. Tí áttu tingfólk eisini at havt varað sín munn í álopinum á fakfelagið hjá fiskimonnum.
FRAMFERÐIN hjá ávísum tingfólkum henda dagin var einki annað enn skammilig.









