Skammast við tíðindaflutningin

Tað ber ikki til at gera útvarps- og sjónvarpstíðindi fyri so lítla upphædd, sum Kringvarpið hevur sett av til tíðindadeildina. Kringavarpsstjóranum vantar førleikar til at fata hetta, og hon hevur einki sagt um, hvussu raðfestast skal. Hesi sjónarmið koma frá starvsfólkunum á tiðindadeildini í Kringvarpinum

Kringvarp Føroya: Framvegis er ógreitt, hvussu verður við Jón Brian Hvidtfeldt, nú fyrrverandi tíindaleiðara í Kringvarpinum. Hann er settur frá uppgávuni sum tíðindaleiðari, men er kortini framvegis í Kringvarpinum.

Hoyringsfreistin hjá honum upp á ætlanarskrivið um uppsøgn var úti týsdagin, men sum skilst verður hoyringsfreistin longd.

Starvsfelagarnir hjá Jón brian Hvidtfeldt á tíðindadeildini í Kringvarpinum finna seg ikki í, at maðurin verður uppsagdur, tí hann hevur ikki forbrotið seg á nakran hátt, siga starvsfelagarnir.

Í sjey tímar týsdagin sótu tíindafólkini á fundi og viðgjørdu málið við tí úrsliti, at eingi tíðindi vóru seinnapartin í útvarpinum og eingin Dagur og Vika í sjónvarpinum týskvøldið.

Ein av grundgevingunum hjá stjóranum fyri at koyra Jón Brian Hvidstfeldt er, at hann ikki hevur megnað at hildið útreiðslurnar innan fyri fíggjarkarmin.


Nú sansar at

- Hetta er eitt ógvuliga keðiligt mál. Tíðindafólkini royna at arbeiða sum frægast, men játtanin er so lítil, at arbeiðið kann ikki gerast forsvarligt. Tí eru vit noydd til at siga frá. Nú sansar at, sigur Dánjal Højgaard, talsfólk á tíðindadeildini.

Starvsfólkini vísa á, at tað er ógjørligt hjá teimum at gera verulig tíðindi og halda tær public service skyldur, sum Kringvarpið hevur, við tað at játtanin er so lítil.

Tey eftirlýsa eisini, at stjórin og leiðslan seta út í kortið, hvussu raðfestast skal fyri at kunna halda játtanina.

- Vit halda ikki, at stjórin dugir at loysa tann spurningin, og vit halda eisini, at hon tekur ikki málið í nóg stórum álvara. Vit hava ikki álit á hennara metingum, og vit koma ikki uttan um, at hon hevur eina aðra bakgrund, við tað at hon er bankafólk, og Jón Brian Hvidtfeldt og vit onnur eru fótfólk, sigur Dánjal Højgaard.

Hann heldur, at tíðindaflutninurin hjá kringvarpinum nú er komin niður á so lágt støði, at tíðindafólkini skammast við arbeiði sítt.

Í skrivi til Anniku Mittún Jacobsen, stjóra í Kringvarpi Føroya leggja starvsfólkini á tíðindadeildini ikki fingrarnar ímillum.


Forsømdar uppgávur

- Vit eru tíðinafólk og ynskja at sleppa til arbeiðis, tá ið tingini henda. Seinastu tíðina hevur støðan tó verið tann, at vit ikki eru sloppin at lýsa týðandi samfelags- og altjóða hendingaar á nøktandi hátt, skriva tíðindafólkini og nevna sum dømi viðgerðina av fíggjarlógini, altjóða verðurlagsráðstevnuna og málið um Skálaberg.

Starvsfólkini stúra fyri, at ætlanin hjá stjóranum fer at gera støðuna enn verri og kann elva til, at starvsfólk fara at velja sær annað arbeiði, tí arbeiðsumstøðurnar verða ótolandi og fakliga óforsvarligar.

Dánjal Højgaard heldur ikki, at grundgevingarnar fyri ætlaðu uppsøgnini halda.

- Jón Brian Hvidtfeldt hevur ikki gjørt nakað kriminelt, og mannagongdin í sambandi við ætlaðu uppsøgnina er ivasom, sigur Dánjal Højgaard.