Skammast ikki av tíni angist

Klumma

Eg havi havt frí frá arbeiði og miðlum í nakrar vikur, og tá eg hyggi ígjøgnum tað, sum er farið fram, meðan eg havi ligið á strondini, gerist eg glað. Kanska ikki so nógv orsaka av verkfallstíðindum, men av at greinar og sendingar um okkara sálarliga lív hava verið so nógv frammi í miðlunum.


At orð sum "angist" eru at lesa og hoyra í miðlunum ger, at øll tey, ið líða undir angist, tunglyndi og øðrum sálarligum sjúkum, gerast meira sjónlig, og tey kenna seg ikki sum "UFO", ið eru einsamøll um sínar trupulleikar.


Tað er ikki langt síðani, at so at siga allar sálarligar sjúkur vóru kallaðar fyri "problem við nervunum". Og tá ein fekk hjálp fór man "til Árna" - ein lagna sum hjá nógvum var verri enn sjálvur deyðin.


Eg minnist fyrstu ferð, eg fór til ein sálarlækna. Mamma var nýliga deyð, og eg hevði ilt við at finna gleðina í gerandisdegnum. Eg vildi so avgjørt ikki, at nakar skuldi finna útav, at tað var ein slíkur lækni eg fór til. Nei, nei, eg skuldi bara til kommunulæknan.


Nú skammist eg ikki longur og ynski, at fleiri høvdu dirvi at fara til ein lækna í staðin fyri at drukna sínar sorgir í alkoholi og øðrum rúsevnum.


Tí sálarlig sjúka er ikki veikleiki. Tað er ein sjúka, ið ein kann fá heilsubót fyri á sama hátt sum einhvør onnur sjónlig sjúka.


Tíanverri eru tað nógv, sum ikki tora at fáa sær hjálp, og tí heldur doyva pínuna við ymiskum rúsevnum. Oftani eru hetta menn, ið skulu verða sterka kynið. Men tá tað kemur til at síggja sín egna veikleika, eru teir alt annað enn sterkir.


Eg hevði ynskt at øll tit, sum hava havt og hava sálarligar trupulleikar, søgdu tað hart - tí tað er onki at skammast yvir. Við at viðganga og verða opin um sínar trupulleikar gert tú kanska, at starvsfelagin, makin ella dótturin fáa lættari at søkja sær hjálp, tann dag tey hava brúk fyri tí.