Bøkurnar um Skammaradóttrina eru væl umtóktar. So væl umtóktar, at tær kappast um lesararnar á jøvnum føti við bøkurnar um Harry Potter - í øllum førum í Danmark. Eisini filmsframleiðarar úr nógvum londum - harav fleiri úr Hollywood - hava kappbjóðað um at fáa rættindini til at gera bøkurnar til film. Tá ið avtornaði vann Nordisk Film, og tað fegnast høvundurin um.
? Tað er sjálvandi hugaligt, at so nógv filmsfeløg bjóða seg fram, men eg eri sera glað fyri, at tað gjørdist Nordisk Film. Tað gevur mær høvi at fylgja væl við, meðan upptøkurnar fara fram, sigur Lene Kaaberbøl, sum hevur vunnið fleiri virðislønir fyri bókarrøðina.
Nær farið verður undir upptøkurnar er enn óvist. Bøkurnar eru um gentuna Dinu og familju hennara. Dina hevur arvað skammaraevnini frá mammu síni, og av tí standast nógvar truplar og eisini vandamiklar støður. Bøkurnar, sum eru væl egnaðar til tey 10-14 ára gomlu, eru komnar út á nógvum málum, eisini á føroyskum, Dóttir Skammarans og Skammarateknið og í hesum døgum kemur triðja bókin í røðini Ormsins gáva. Seinni í ár kemur fjórða og síðsta bókin, Skammarakríggið. Tað er Karl N. Hansen, ið nú týðir bøkurnar, og Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur tær út.
tk