Hevði tað bara verið ein einkult grein, sum ein av blaðmonnunum hevði skrivað, hevði man kanska fyrigivið – tað kunnu vera so nógvar ymiskar orsøkir til at ein persónur kann blíva í ørviti, og tað kann sjálvandi eisini henda fyri ein journalist.
Men nú hevur Dimma ikki minni enn 3 greinar um tingviðgerðina, allar við júst sama ørvitisliga innihaldi. Ta einu greinina skrivar Sveinur Tróndarson, ta næstu skrivar Jógvan Jákup Jákupsson, og tann triðja er oddagreinin, sum eg gangi út frá at annar av blaðstjórunum skrivar. Kann ikki trúgva at tey øll trý eru í ørviti.
Kortini er veruleikin tann, at tað er onki fantilsi í tí, sum stendur um tingviðgerðina í øllum hesum trimum greinum.
Dimmalætting øsir seg upp og skeldar løgtingið út fyri, at tingviðgerðin als ikki snúði seg um innihaldið í lógaruppskotinum um nýggju sjúkratryggingarskipanina, men bert um, hvar skrivstovan við teim 8 fólkunum skuldi liggja.
Hetta er jú kolasvørt lygn! Tað vóru 6 framsøgufólk fyri allar flokkarnar á løgtingi. Tórbjørn Jacobsen, Jaspur Vang, Jákup Mikkelsen, Hans Pauli Strøm, Bill Justinussen og Kári P. Højgaard. Eftir teir helt so landsstýrismaðurin síni samanfatandi røðu um málið.
Øll hesi framsøgufólk fyri flokkarnar umrøddu lógaruppskotið innihaldsliga. Um trupulleikarnar við gomlu skipanini. Um tær nógvu góðu positivu broytingarnar, sum fóru at koma við hesi nýggju skipanini, um heilsutænasturnar, sum skuldu veitast við nýggju skipanini, hvussu borgarin fór at verða nógv betri stillaður á øllum økjum, hvussu nógv meira rationell og samhaldsføst, tann nýggja skipanin fór at verða – og ikki minst um tær veldigu broytingarnar í tilskotsskipanini til heilivág, sum fóru at vera til stóran fyrimuns fyri tey børn og ung, fyri pensjonistar og varandi sjúk – tvs. júst teir bólkaranr, sum hava størstan tørvin á heilivági.
Sjálvur helt eg tað vera framúrskarandi fyri eina tingviðgerð av einum politiskum stórmáli, hvussu væl og sakliga ØLL framsøgufólkini hildu seg til sjálvt málið, til kjarnuna í málinum, og til tey positivu perspektivini í málinum um nýggju skipanina við Heilsutrygd – og hvussu einmælt positiv øll framsøgufólkini vóru fyri at fremja málið. Framsøgufólkini fingu eisini nógvar viðmerkingar frá øðrum tingfólkum. Alt var eitt tjak um innihaldið í nýggju skipanini – kanska onkur onkur brúkti nøkur sekund upp á onkra viðmerking um plaseringina av stovninum.
Tað er sjáldan, at eg havi upplivað so positiva viðgerð av einum politiskum stórmáli.
Men so einaferð, tá øll framsøgufólk eru liðug við sínar røður, kemur ein einsamallur maður av Dimmalætting og setir seg á áhoyrarabonkin. Hann hevur onki tól við. Onki pappír heldur at skriva á. Hann situr við eini fartelefon og trýstir á knappar.
Tá eru vit í allarsíðsta endanum av tingviðgerðini, har einir 3-4 tingmenn taka málið upp um staðsetingina av nýggja stovninum, Heilsutrygd. Og sjálvsagt koma eisini tá nakrar markantar meiningar fram um tað.
Men hetta var ein smálutur í tingviðgerðini - tann allar minsti parturin í sjálvum endanum á tingviðgerðini – tað var tá ið Dimma varð vaknað og blaðmaðurin kom og settist við síni fartelefon á áhoyraraplássinum.
Haldi tað vera ótrúliga óseriøst og ósakligt – undir alt lágmark fyri journalistiskari viðgerð, sum Dimmalætting borðreiðir við. Tit áttu at skamma tykkum! At ein einstakur blaðmaður sum sagt kann taka feil er at fyrigeva. Men at blaðið skrivar tríggjar greinar við ongum skili í um hetta evnið, tað er langt úti.
Um blaðstjórnin á Dimmalætting – ella lesararnar – vilja hava prógv fyri tí, ið eg her havi skrivað, og sjálvir vissa seg um hvat fyrigekk í tinginum, so ber til her á heimasíðu løgtingsins at hoyra hvørt orð, ið varð sagt: HYPERLINK "http://www.logting.fo/files/sound/2009/72/1/2009-72-1.html" www.logting.fo/files/sound/2009/72/1/2009-72-1.html
Við respekt fyri journalistikkum etikki átti blaðstjórin á Dimmalætting at sett seg at lurta – og kanska hugsa umaftur.
Hans Pauli Strøm, framsøgumaður fyri Javnaðarflokkin um Heilsutrygd