Skam knýtir norðurlond saman

Norska ungdómsrøðin Skam fær Málvirðisløn Norðurlanda 2016, millum annað fyri at betra um fatanina hjá norðurlendskum ungdómi av øðrum norðurlendskum málum.

Sjónvarpsrøðin Skam, sum NRK hevur framleitt, hevur fingið Málvirðisløn Norðurlanda fyri 2016. Grundgevingin er, at røðin megnar at kveikja áhugan hjá einum ungum norðurlendskum hyggjaraskara, at styrkja fatanina av øðrum norðurlendskum málum og at menna jaligar hugburðir til grannamálini.

 

Tillutingarnevndin sigur, at Skam er eitt dømi um, at tað ikki er neyðugt at týða skandinaviskar filmar og røðir, í týdninginum av at leggja móðurmálið oman yvir upprunamálið.

- Upprunamálið er við øðrum orðum ein týdningarmikil partur av hyggjaraupplivingini, eitt samleikamerki, sum er annarleiðis, men kortini so kent og líkt tínum egna, at tað einfalt kann takast inn í títt egna tilfar. Fá hava megnað at gera grannamál so stuttlig, viðkomandi og kul sum ársins vinnari, skrivar nevndin.

 

- Vit eru sera stolt og glað um at fáa Málvirðisløn Norðurlanda, sigur Håkon Moslet, redaksjónsstóri í NRK P3.

- Eg haldi eisini, at tað er væl uppiborið, tí Skam hevur fingið norðurlendskan ungdóm at vísa áhuga fyr norskum og skilja, at vit hoyra til somu málfamilju. Skam byggir eina mál-brúgv til restina av Norðurlondum. Tað er ótrúliga stuttligt. 

 

Gamlir vinnarar eru Fredrik Skavlan (2010), Timbuktu (2011), Ghita Nørby (2012), Vígdis Finnbogadóttir (2013), Jakob Oftebro (2014) og Martti Ahtisaari (2015).

 

Tað er Norrøna Felagið, sum letur virðislønina.