Føroya Politi skrivar soleiðis:
Ein skalvur er lopin við tunnilsmunnan við Ánirnar, og er tað ikki koyrandi gjøgnum tunnilin.
Tilbúgving í økinum er á veg til staðið at meta um støðuna. Avgerð er tikin um at stongja tunnlarnar fyribils.
Framhald kl. 0030:
Landsverk byrjar at grava kl. 0400. Tunnlarnir stongdir, inntil vegurin er ruddaður fyri kava.
Vinarliga heilsan
Vaktleiðarin