Tað seinasta nýggja við Zidane og skallaranum er ein sangur. "Zidane il a tapé - version Coup de Boule" eitur sangurin, og leystliga umsett til føroyskt eitur hann "Zidane hevur sligið - skallaraútgávan.
Sangurin byrjaði sum ein lítil skemtisangur, men nú er hann vorðin eitt stórt hitt í Frankaríki, og verður hann spældur á bæði náttklubbum og dansistøðum.