Skallað í andlitið

Løgreglan veit, hvør gerningsmaðurin er

Ein genta hevur meldað ein mann fyri harðskap á einum diskoteki.

 

Hendingin fór fram um vikuskiftið, men gentan hevur meldað í gjár.

 

Hon sigur, at ein maður skallaði hana í andlitið við teirri avleiðing, at hon breyt nøsina.

 

Løgreglan hevur ikki tikið gerningsmannin enn, men tey vita, hvør tað er. Tey vita heldur ikki enn, hví maðurin fór so harðliga fram ímóti gentuni.