Skaldsøgan Norðlýsi á føroyskum

   Tíðindaskriv

Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið út fantasy-skaldsøguna Norðlýsi eftir Philip Pullman. Hjalmar P. Petersen týddi úr enskum


Alt broytist tann dagin, tá ið Lyra sníkir seg inn í harrastovuna á Oxford universitetinum. Fjald aftan fyri lenistólin sær hon rektaran hella eitur í vínið hjá Asriel lordi, pápabeiggja sínum. Lyra trýr valla sínum egnu eygum. Hví ætlar rektarin at drepa pápabeiggjan? Man tað hava nakað samband við loyndarfullu ferðir hansara til Arktis?
Tó er tað rektarin, sum gevur Lyru gyltu kumpassina, men hví má hon einki siga fyri vøkru og hugtakandi frú Coulter? Og hvørjir eru teir ræðuligu gloypararnir, ið stjala børn í Oxford? At kunna svara hesum spurningum, noyðist Lyra at fara somu leið sum pápabeiggin, á kanningar-ferð til Lapplands og Svalbarð, har pansarabjarnirnar ráða.
Norðlýsi er fantasy-skaldsøga til størri børn og ung, men kann avgjørt eisini verða lisin av vaksnum. Hon er fyrsta av trimum bókum, sum Pullman hevur skrivað undir felagsheitinum: Myrkursins frumevni.
Bøkurnar hava fingið framúr góða móttøku um allan heim og sum vera man nógvar virðislønir. Hetta eru spennandi fantasy-søgur í besta Tolkien og Potter stíli. Yvirnatúrligur máttur, góðir hjálparar og lívshættisligir fígg-indar seta ferð á søgugongdina og gera, at tú verður ógvuliga spentur at fáa fatur í næsta parti: Tann tvíeggjaði knívurin, sum kemur í heyst.
Norðlýsi er 398 síður, heft við klaffum og kostar kr. 180.