Bergóra Hanusardóttir er kend fyri sín kvinnupolitiska leiklut innan føroysku kvinnurørsluna og hevur eisini verið virkin sum rithøvundur. Í 1990 kom skaldsøgan »Skert Flog«, í 1993 stuttsøgusavnið »Loynigongir« og í 1999 skaldsøgan »Suðar dýpið reyða«.
Í næstu viku kemur nýggja skaldsøgan »Burtur« um ungfólk, sum fara til Keypmannahavnar at lesa í sekstiárunum. Tilveran lagar seg kortini ikki bara, sum tey høvdu væntað.
Tey ungu skulu kunna seg við eitt nýtt land og eina nýggja mentan – og ikki minni umráðandi: tey skulu kunna seg við hvørt annað og læra at lofta sær í tí fremmanda og í lívinum, sum er í sín vordan.
Tað er Mentanargrunnur Studentafelagssins, sum gevur skaldsøguna út. Á baksíðuni skrivar forlagið, at lesarin fyri fyrstu ferð í føroyskum bókmentum, verður førdur inn í tað føroyska útisetalívið í Keypmannahavn, soleiðis sum tað var í seksti- og sjeytiárunum. Skaldsøgan varpar ljós á teir krossvegir, har genta og drongur og heimlig og fremmand mentan umskarast.
Bergtóra Hanusardóttir sigur, at hon fekk hugskotið til skaldsøguna undir kreppuárunum og hevur tikið í hana av og á gjøgnum árini.
- Tað er torført at halda søgugongdini og andanum í skaldsøguni heila, tá tú bert hevur stundir at skriva stutta tíð í senn. Samstundis er tað tungt at hava hetta arbeiðið hangandi yvir sær. Tú noyðist at gera teg lidna, sigur Bergtóra Hanusardóttir, sum samstundis sum nýggja skaldsøgan kemur út, fyllir 60 ár.
Útbúgvin tannlækni
sum 23 ára gomul
Hon er útbúgvin sertannlækni í ortodonti og hevur havt egið virkið í 31 ár. Tað er Sertannlæknastovan við Tinghúsvegin, har Bergtóra og fimm starvsfólk arbeiða.
Upprunaliga var hon liðug sum tannlækni bert 23 ára gomul og kom heimaftur at arbeiða í tvey ár. Síðani fór hon undir serútbúgving í ortodonti á Tannlæknaháskúlanum í Keypmannahavn, har hon var liðug í 1975. Bergtóra kom beint heim aftur at arbeiða og annars at gera tað vísindaliga arbeiðið liðugt og skriva serritgerð, sum var um skeivu bitini hjá børnum við varrakloyvu og opnum góma, har hon samanbar skurðviðgerðir í Danmark og Noregi. Tað vísti seg, at skurðviðgerðin í Danmark var ov harðlig. Arbeiðið hjá Bergtóru Hanusardóttir hevði við sær, at danir broyttu skurðviðgerðarhátt á hesum øki. Tá serritgerðin var liðug og eisini tey tvey árini sum virkin ortodontistur, fekk hon sína viðurkenning sum sertannlækni í ortodonti.
Torført at fóta sær
- Hví var tað júst kreppan sum fekk teg at fara undir at skriva um seksti- og sjeytiárini?
- Tað kom av, at vit aftur tóku upp viðurskiftini millum Danmark og Føroyar. Eg mintist aftur á tíðina, hvussu tað var at vera millum londini bæði í míni lestrartíð, og hvussu tað setti dám á tilverukorini hjá okkum. Tað, at tú alla tíðina skuldi ferðast – antin út ella heim og hvussu torført tað var at fara avstað aftur, tá tú hevði verið heima. Ein partur av ungdómsárunum var eisini, at nógv ikki komu heim aftur.
- Hví fara aftur í eina farna tíð í nýggju øldini?
- Tað kom av, at tað kom mær til hugs, at lítið hevði verið skrivað um hesa tíðina, sum var ein týðandi partur í viðurskiftunum hjá ungum føroyingum tá í tíðini. Tað at fara burtur, hildu nógv vera spennandi. Onnur kendu seg sálarliga í tvídrátti av at noyðast at liva í útlegd, orsakað av útbúgvingini, sigur Bergtóra Hanusardóttir.
Hon heldur kortini, at tað var ein áhugaverd tíð, hóast tey ungu høvdu avmarkaðar valmøguleikar. Øll ung í Føroyum noyðast at taka støðu til útbúgving og møguliga útisetu, men í dag eru viðurskiftini ikki so trupul, av tí at ungfólk kunnu útbúgva seg í Føroyum.
- Fyri meg var tíðin undir útbúgving bæði góð og trupul alt í einum. Eg var 18 ára gomul, tá eg fór niður til Keypmannahavnar at lesa og ófyrireikað at fara so langt heimanífrá.
- Tá vóru studentarnir ikki byrjaðir at fara út at ferðast, áðrenn teir fóru undir víðari útbúgving. Hevði tú fingið húgvuna á høvdið og skuldi útbúgva teg víðari, varð farið til verka beinanvegin, sigur Bergtóra Hanusardóttir.
Hon heldur, at tey ungu í dag hava tað lættari. Samskiftið er øðrvísi, men at tað kortini er ein stór broyting at fara burtur.
- Bæði børnini hjá mær, sum eru undir útbúgving í Danmark og Svøríki, hildu tað næstan vera eins skelkandi at koma niður, og tá eg fór, sigur Bergtóra Hanusardóttir.
- Eg hevði hug at skriva um hesa tíðina, eisini um hvussu føroyingar hildu saman, og hvussu vit umgingust hvønn annan. Vit høvdu Studentafelagið og Føroyingafelagið, har vit hildu til, men í dag er einki felag av slíkum slag, so vítt eg veit, men tey hava so Føroyahúsið, ja, og Oyrasund.
- Tað vóru kortini ikki øll, sum komu væl frá tí at fara niður. Tað vóru nøkur, sum ikki loftaðu sær og fóru til grundar. Tað er ein partur av heildini, sum vit ikki tosa um.
Eingin tosar um tað
Í dag er kanska torført at skilja, at tað var so trupult. Tað er einamest av tí, at eingin tosar um tað.
- Mín meting er, at tað, at eingin tosar um hesa tíðina, er júst tí, hon var so torfør fyri nógv og helst eisini hevur havt ávirkan á eftirtíðina hjá nógvum, sigur Bergtóra Hanusardóttir.
Hon leggur dent á, at nýggja bókin er ein skaldsøga og ikki endurminningar, men at hon hevur tikið tema fram og funnið persónar og lýsingar, sum hon heldur hava týdning fyri innihaldið og tíðarskeiðið í skaldsøguni.
Bergtóra Hanusardóttir hevur altíð skrivað við síðuna av sínum arbeiði sum sertannlækni, eisini frá heilt ungum árum, men ikki skaldskap fyrr enn mitt í 80-unum. Hon skrivaði nógv, meðan hon var í Keypmannahavn, bæði brøv og dagbøkur. Tá var tað nærum lívsneyðugt fyri hana at skriva heim og at festa tankar á blað.
Skriva ístaðin fyri at tosa
- Í mínum dagliga arbeiði eri eg virkin við hondunum og tankunum og eri opin í mínum samskifti við nógv fólk, umframt at eg havi eitt arbeiðspláss við fleiri starvsfólkum at hugsa um. Arbeiðsdagurin er strævin, og tá hann er av, er hugaligt at finna frið við at fara inn í sínar egnu tankar.
- Tað at skriva er eisini eitt slag av samskifti og ein góður háttur at nýta, tá tú ikki tosar so nógv.
- Tú fyllir 60 í næstu viku. Hevur tað havt týdning fyri tína skriving?
- Jú, tú ert meira tilvitað um tína støðu, tá tú fyllir 60 ár. Alt er ikki longur óendaligt, og tíðin gongur skjótari, eins og tú ikki orkar tað sama longur.
- Eg arbeiði nógv, men við hvørt kann eg halda skemafrí. Tí arbeiði eg miðvíst á tannlæknastovuni eina tíð, fyri at hava møguleika at taka frí nakrar dagar.
- Trupulleikin hjá mær er, at eingin sertannnlækni er, sum kann taka yvir mítt arbeiði. Tað kennist tungt í løtum. Tá eg fari undir at arbeiða við einum fólki, veit eg, at tað tekur tvey – trý ár at gera arbeiðið liðugt. Hvussu verður við Sertannlæknastovuni og starvsfólkunum í framtíðini, veit eg ikki.
- Nú tú hevur skrivað seksti- og sjeytiárini, ætlar tú at halda fram við áttati- og nítiárunum?
- Hvat eg fari at skriva um, veit eg ikki, men eg kann ikki ímynda mær, at eg skal gevast at skriva. Um eg fari at skriva um samtíðina, veit eg ikki, men tað er einfaldari í okkara lítla samfelag at skriva um eina farna tíð, hóast tað skal meiri research til.
- Eg taki evni upp, finni søgur sum sita til evnið. Tað hugtekur meg at skapa arkitekturin í einari skaldsøgu. Tú lærir eisini nógv av at skriva. Tað er ein háttur at fáa sum mest burtur úr tíni vitan, sum tú annars ikki fær fram. Harnæst lærir tú nógv um teg sjálvan. Sum ofta er hjá kvinnum, so skrivi eg innanifrá og út til lesaran, sigur Bergtóra Hanusardóttir, sum nú heldur, at kvinnurørslan skjótt hevur fingið nóg mikið av hennara tíð. Hon er kortini framvegis eykalimur í Kvinnufelagnum og í Kvinnufelags Samskipan Føroya, sum hon eisini umboðar í NØKLÍP, nevndini fyri øktum kvinnuleikluti í politikki.
Lítlan vinning í mong Harrans ár aftrat?
- Er kvinnuleikluturin broyttur í tínari tíð?
- Jú, nógv er broytt í mínari tíð. Eitt nú hava nógv fleiri konufólk fingið útbúgving, men støðan hjá teimum ungu mammunum, sum ikki hava fingið útbúgving, er tann sama og áður, eisini lønarmunurin millum kynini og t.d. kynsbýtið í leiðandi størvum, sigur Bergtóra Hanusardóttir.
Bergtóra og aðrar kvinnur í Kvinnufelagnum hava leingi arbeitt í áhugabólki, til tess at seta á stovn ráðgeving fyri ungar kvinnur, sum hava fingið barn. Hóast almenn nevnd síðani varð sett at arbeiða við hesum máli, er eingin ráðgeving latin upp enn. Tað er ein spurningur um politiska raðfesting á almanna økinum, heldur Bergtóra Hanusardóttir.
- Vit eru eins illa fyri politiskt nú sum áður, hóast menn siga, at kvinnur kunnu bara tær vilja.
- Hvat er orsøkin til, at eingin framgongd er hjá kvinnum á tí politiska økinum?
- Eg hugsi, at tað er okkara patriarkalska mentan, sum er høvuðs orsøkin. Alt er bygt upp eftir tí aldargomlu samfelagsskipanini, eisini valskipanin.
- Hetta er eitt politisk stríð við lítlum vinningini nógv Harrans ár fram í tíðina, ella til vit hava fingið broytt valskipanina, sigur Bergtóra Hanusardóttir.