Skálavík selur 3.730 fermetrar til íbúðarbygging

- Tað er upp til tey bjóðandi at koma við uppskoti um, hvussu byggingin verður skipað, og hvat slag av íbúðum verða bygdar.

 

Matr. 38c í Skálavík liggur í bústaðarøki, og prísurin er 85 krónur fyri fermeturin.

Skálavíkar kommuna lýsir nú við, at kommunan selur eitt matrikulnummar í bygini til íbúðarbygging.

 

Talan er um matr. nr. 38c í Skálavík, sum er 3.730 fermetrar stórt og sum sæst á viðheftu mynd.

 

Kommunan vísir á, at matrikulin liggur í bústaðarøki í byggisamtyktini, og at prísurin er 85 krónur fyri fermeturin.

 

- Tað er upp til tey bjóðandi at koma við uppskoti um, hvussu byggingin verður skipað, og hvat slag av íbúðum verða bygdar. 

 

Í Skálavíkar kommunu siga tey, at tá rætta loysnin er funnin, verður keypssáttmáli gjørdur um ognina.

 

- Fyri útboðið er kunngerð nr. 122 frá 22. desember 2000 um alment útboð av kommunalari fastogn galdandi.

 

Tað merkir eitt nú, sigur kommunan, at tey ikki hava skyldu til at taka av nøkrum boði.

 

Lagt verður aftrat, at fyrispurningar um ogn og sølutreytir kunnu stílast til Skálavíkar kommunu. 

 

Tilboð um keyp skulu verða skrivlig, og saman við boðnum skal sendast váttan frá peningastovni um, at tann, ið bjóðar, hevur fígging tøka.

 

Lagt verður aftrat, at freistin at lata inn boð um matrikulin í Skálavík er á middegi týsdagin hin 16. november 2021.

 

 

Matr. 38c í Skálavík liggur í bústaðarøki, og prísurin er 85 krónur fyri fermeturin.