Fyrr í dag skrivaðu vit á In.fo, at Sands kommuna hevur samtykt einmælt at bjóða øllum borgarum í kommununi eldri enn 12 ár ókeypis skeið í lívbjargandi fyrstuhjálp.
Í dag boðar Skálavíkar kommuna frá, at tey eisini bjóða sínum borgarum til ókeypis fyrstuhjálparskeið, sum verður hin 24. mars í tímunum frá klokkan 15 til 19.
Talan er um eitt 4-timar skeð, har undirvísingin eitt nú fevnir um -
* tilgongdina til fyrstuhjálpina
* hvussu vit boða frá fyri at fáa hjálp
* hvussu tilbúgvingin í Føroyum virkar
* hvussu vit veita fyrstuhjálp, tá fólk eru uttan vit
* hava sett í hálsin
* hava hjartasteðg
* hvussu vit brúka ein hjartastartara
* ymiskt, tú eigur at reagera upp á, tá fólk gerast álvarsliga sjúk.
- Undirvísingin verður skipað við nakað av ástøði, men eisini við, at luttakararnir sleppa at royna amboðini í verki. Umráðandi er, at luttakarar møta stundisliga og verða við til alt skeiðið, tí fýra klokkutímar ganga skjótt, og vit skulu náa nógv.
Í Skálavík siga tey, at kaffi og køkur verða at fáa og tey, sum hava hug at verða við, kunnu senda teldupost til anja@skalavik.fo ella á við at ringja á tlf. 215336.











