Skálatrøð nógv at bjóða børnum

Sølva Petersen hevur verið útiseti í meira enn 7ár, men kemur heim til Føroyar á hvørjum árið um summari, og har er Ólavsøkan fastur táttur. Í ár verður Ólavsøkan hildin á Skálatrøð við børnunum.

Sølva Petersen hevur verið útiseti í meira enn 7ár, men kemur heim til Føroyar á hvørjum árið um summari, og har er Ólavsøkan fastur táttur. Í ár verður Ólavsøkan hildin á Skálatrøð við børnunum.

Skálatrøð hevur aftur í ár eitt stórt barnaland, við hópin av ymiskum leikum og annað til barnafamiljur. Umframt at kunna keypa bæði candyfloss og annað gott til matna, er eisini eydnuhjól, skjótibásur, karrussel, hoppiland, radiobilar, og mangt mangt annað. Tað er á Skálatrøð, har Sølva og familja hennara verða tað mesta av Ólavsøkuni.

- Hetta er fyrstu fer eg havi roynt at verið á Ólavsøku við børnum, og tað hevur eydnast sera væl, sigur Sølva, og leggur afturat at serliga hoppilandið ið er favoritturin hjá dóttrini í ár.

Sølva og familja hennara eru komin við bili norðanfrá, og fara nokk norð aftur tá ið børnini ikki orka meira.

 

- Tað hevði verið stuttligt at fingið midnáttarsangin við, men tað kemur alt ann uppá hvussu væl dóttirin orkar.