Skálanevndin vil vera við, at Runavíkar Býráð brotið kommunusamanleggingarsáttmálan millum Skála og Runavíkar kommunu, sum varð undirskrivaður 10. oktobur 2001.
Stríðið snýr seg um avgerðina hjá Runavíkar kommunu at niðurleggja Sambýlið á Skála. Skálanevndin og íbúgvar á Skála hava verið hart ímóti hesi avgerð, og í oktobur handaðu knapt 500 borgarar Runavíkar kommunu eitt mótmælisskriv.
Skálanevndin er mannað av trimum limum valdum av bygdafólkunum við seinasta kommunuval, einum býráðslimi valdum av Runavíkar Býráð og borgarstjóranum í kommununi.
Skálanevndin hevur nú vend sær til sakførara og kært avgerðina at niðurleggja sambýlið á Skála til kommunala eftirlitið. Nevndin vísir á, at í fylgiskjølunum til sáttmálan millum Runavíkar kommunu og Skála kommunu varð skrivað, at skipanin við 10 búplássum skal halda fram. Tí er tað brot á sáttmálan at niðurleggja sambýlið á Skála.
Eisini kærir nevndin um, at hon enn einki svar hevur fingið upp á mótmælisskrivið frá teimum knapt 500 borgarunum.










