– Eg eri samdur við løgmanni í, at Skálafjørðurin eigur at vera framtíðar altjóða skipahavn í Føroyum.
Tað sigur Alfred Olsen, løgtingsmaður Sambandsfloksins, í lesarabrævi, hann hevur sent Miðlahúsinum.
– Tá vit tosa um eina framtíðar altjóða skipahavn í Føroyum, so eri eg samdur við løgmanni, at henda eigur at verða á Skálafjørðinum, sum í sær sjálvum er ein Gud givin náttúruhavn, við ongari sjóvarfalsflóð og fjøru, har er kyrt, stórt uppland og góðir møguleikar hjá skipum bæði at ankra upp ella liggja við kai, skrivar Alfred Olsen.
Hann vísir á, at tað eisini er veðurgott, trygt og rúmsátt hjá skipum at manurera á fjørðinum.
Hann sigur, at atløgusíða kann gerast bíligast í landinum, og á tí dýpi, sum ynskiligt er við stórum upplandi o.a. umframt, at Skálafjørðurin liggur væl plaseraður í landinum.
Alfred Olsen sigur, at tá hugsað verður um Suðurstreym og Skálafjørðin, so verða hesir partarnir um stutta tíð bundnir saman við einum Skálafjarðartunli, ið er 9,3 km. langur.
– Tá eru Skálafjørðurin næsti granni til Havnina, og harvið gerst miðstaðarøkið uppaftur størri við tunlinum. Ein slík íløga hevur sjálvandi við sær broyttar raðfestingar innan ferðslu, havnabygging o.a, vísir Alfred Olsen á.
Alfred Olsen sigur, at vit skulu ikki bara leggja okkum eftir tí skipaferðslu, sum vit hava í dag, men hyggja frameftir og fyrireika okkum til økta skipaferðslu sum heild, bæði fiskiskip, ferðafólkaskip, farmaskip og kanska serliga, við atliti til, hvat minkandi ísurin í artiska økinum kemur at hava við sær av skipaferðslu um okkara leiðir, bæði tá talan er um sigling eystur- og vestureftir, og suður- og norðureftir.
– Til eina slíka altjóða skipaferðslu er ein skipahavn á Skálafjørðinum avgjørt tann besta loysnin, staðfestur Alfred Olsen.
– Eitt áhugavert framtíðarprojekt er flogvøllurin Airport 19 við Skálafjørðin, sum liggur nøkur ár frammi í tíðini, men sum vit avgjørt ikki skulu síggja burtur frá, tá vit skulu viðgera flutningsmøguleikarnar. Møguleiki verður at gera Føroyar til ein miðdepil, bæði sjóvegis og luftvegis, og tí eiga allir partar í miðstaðarøkinum at arbeiða saman um eina altjóða skipahavn á Skálafjørðinum, heldur Alfred Olsen.
Viðmerkingin frá Alfred Olsen kann lesast í fullari longd VIÐ AT TRÝSTA HER
www.in.fo/news-detail/news/skalafjoerdurin-sum-altjoda-skipahavn/










