Síðsti dysturin í 20. umfari í næstbestu deildini var á Skála seinnapartin. B36 var gestur undir Mýruhjalla, og Skála vann 3-2. Sigurin ber við sær, at Skála er topplið við við 43 stigum. Tað eru tíggju stig aftur til Víking, og tað eru 11 stig aftur til AB og NSÍ, sum hava 32 stig.
Í løtuni er AB á triðja plássi. Um tað verður endastøðan, so fara bæði Skála og AB at flyta beinleiðis upp.
Skála legði bragdliga fyri, og tá ið stórur hálvur tími var farin, var støðan 3-0. Poul Kallsberg skoraði tvey mál, og Andreas Egeberg Jacobsen skoraði til 2-0. Hann legði upp til 1-0 málið, Djóni Petersen legði upp til 2-0 málið, og Pætur Dam Jacobsen legði upp til 3-0 málið.
Støðan var 3-0, inntil ein tími var farin. Tá minkaði Sandri Færø um munin til 3-1, og so var tað í tíðini, sum dómarin legði aftrat, at Hákun Edmundsson eftir hornaspark minkaði um munin til 3-2.
B36 er á fimta plássi við 25 stigum. Tað eru sjey stig fram til nbronsuplássið, og tað eru trý stig aftur til níggjunda plássið.
Leygardagin verður tað toppdystur, tá ið AB verður gestur á Skála. Sama dag fer B36 til Klaksvíkar, har dagsskráin verður at sleppa undan hóttanini av niðurflyting.