Skála styrkti um sína støðu

1. DEILD: Carlos Ferreira legði upp til fyrra málið og skoraði tað seinna ímóti teimum næstbestu hjá B68, sum leingi bjóðaðu av

Skála hevur beina kós ímóti bestu deildini, sum felagið í fjør flutti niður úr. Í kvøld hava skálamenn verið hinumegin fjørðin og á Svangaskarði spælt ímóti teimum næstbestu hjá B68.

 

Leygardagin var tað alt annað enn góðtikið avrik, tá ið B68 á heimavølli tapti 5-0 ímóti B36.

 

Í kvøld var hugburðurin hjá teimum næstbestu í B68 sera góður. Teir stríddust sum fyri lívinum, og teir bjóðaðu av álvara favorittunum at Skála av.

 

Bæði liðini høvdu fleiri royndir ímóti málunum, men tað var ikki fyrr enn tað restaðu 20 minuttir, at Skála fekk hol á. Málskjútti var Meinhard Fríðálvur Janusarson, sum nú hevur skorað seks mál, og sum fyri fjórðu ferð á rað var málskjútti.

 

Nýggi portugisiski Skála spælarin Carlos Ferreira átti uppleggið til 1-0 málið, og hann staðfesti 2-0 sigurin, tá ið vanliga tíðin var farin. Hetta er fjórða ferðin, at hann er málskjútti.

 

Skála hevur 21 stig og er greitt topplið. Tað eru fimm stig aftur til NSÍ. B68 er næstaftast við 7 stigum.

 

Annan leygardag fær Skála vitjan av HB, og tá fær B68 vitjan av Víkingi.