Tað gongur strúkandi hjá Paula Poulsen og hansara monnum á Skála. Í dag høvdu teir vitjan av eimum næstbestu í B68. Undir Mýruhjalla vann Skála 4-1 eftir hálvleiksstøðuna 2-1. Hetta var 11. ferðin á rað, at Skála fór av vøllinum við úrtøku. Í hesum 11 dystunum hevur Skála vunnið fulla úrtøku í 10 dystum og einaferð spælt javnt.
Miðskeiðis í fyrra hálvleiki setti Teitur Poulsen hol á. Hetta var onnur ferðin í ár, at Teitur Poulsen var málskjútti í næstbestu deildini. Tríggjar minuttir undan steðginum økti Carlos Ferreira um heimaleiðsluna til 2-0. Portugisiski spælarin hevur nú skorað átta mál.
Lítla løtu seinni svaraði B68 aftur, tá ið Emil Ronaldsson minkaði um munin til 2-1. Hetta var fyrsta ferin síðani í 2018, at Emil var málskjútti í næstbestu deildini, har hann smabært faroesoccer.com hevur spælt 219 dystir og skorað 29 mál.
Tað var 2-1, inntil tað restaðu 12 minuttir. Tá skoraði Meinhard Janusarson, og 11 minuttir seinni staðfesti Jákup Joensen, sum tveir minuttir frammanundan var komin á vøllin, 4-1 heimasigurin. Meinhard Janusarson hevur skorað 9 mál higartil í ár, og Jákup Joensen hevur skorað eitt mál í ár.
Skála er topplið við 37 stigum, og tað eru fimm stig aftur til NSÍ. B68 er næstaftast við 11 stigum. Tað eru fýra stig fram til FC Hoyvík, sum er á áttanda plássi.
Fríggjakvøldið fær B68 vitjan av KÍ, og Skála fer leygardagin at spæla á útivølli ímóti Víkingi.