Skála sigraði á Sandi

1. DEILD: Eftir javnan fyrra hálvleik var toppliðið omaná, eftir at skálamenn skoraðu fyrsta málið, tá ið ein tími var farin

Tað var summar og góður hýrur seinnapartin á Sandi, har tað í fína veðrinum vóru nógvir áskoðarar – bæði heimafólk og viðhaldsfólk hjá Skála.

 

Skála vann 3-0 eftir málleysan fyrra hálvleik. Úrslitið er staðfesting av, hvussu suverent oddalið Skála er. Tað er ikki ein spurningur um, men heldur er spurningurin um, nær tað verður greitt, at Skála hevur tryggjað sær uppflyting eftir eitt ár í næstbestu deildini.

 

Í fyrra hálvleiki høvdu liðini ein góðan málmøguleika í part. Hjá Skála var tað Andreas Egeberg Jacobsen, sum var í heilt góðari støðu, og hjá B71 var tað Clayton Soares, sum átti at havt skorað.

 

Eftir steðgin var tað meiri friður yvir samanspælinum hjá gestunum, og tá ið ein stórur tími var farin, setti miðvallarin Pætur Dam Jacobsen hol á. Eftir uppspæl í vinstru var tað 17 ára gamli Martin Johansen, sum legði bóltin útfrá, og bólturin sang í netinum dygst undir málkrókinum aftanfyri Gerhard Páll Lognberg í B71 málinum, eftir at Pætur Dam Jacobsen smekkaði til úr 22 metrum.

 

Níggju minuttir seinni økti Andreas Egeberg Jacobsen um leiðsluna. Eftir sending í vinstru frá Niels Paula Danielsen sneiddi Andreas Egeberg Jacobsen úr vinstru og framvið tveimum mótstøðumonnum, áðrenn hann av brotsteigarmarkinum setti bóltin framvið málverjanum og í netið.

 

Fimm minuttir undan leikloki staðfesti Niels Pauli Danielsen 3-0 sigurin, tá ið hann umsetti brotsspark til mál. Poul Kallsberg vann brotssparkið eftir sending frá Niels Paula Danielsen, og eftir at hann hevði sneitt seg framvið tveimum mótstøðumonnum.

 

Sorin Anghel og hansara menn á Skála eru suverent topplið. Nú halda teir á Skála summarfrí fram til 8. juli. Fyrstu dystirnir eftir summarsteðgin vera 26. juli, tá ið Skála eigur heimavøll ímóti NSÍ. Sama dag skal B71 spæla á útivølli ímóti HB.

 

Skála141211381337
Víkingur15825372426
NSÍ15825382626
B7114725312323
AB13544212219
HB14608222718
B3615447193016
EB/Streymur15519233616
FC Suðuroy14338203412
15339183212

 

 

 

26. juli  

 

Skála – NSÍ

 

HB – B71

 

B36 – Víkingur

 

27. juli

 

EB/Streymur – FC Suðuroy

 

AB - KÍ