Á Skála er fótbóltsgleðin duppult. Í fyrsta lagi kunnu tey fegnast um, at besta mansliðið aftur er í besta mansdeildini, har teir ikki hava verið tey seinastu fimm kappingarárini.
Í øðrum lagi kunnu tey á Skála fegnast um ein nýggjan vøll, sum livir upp til øll krøvini, ið ásett eru til feløg, ið kappast í effodeildini.
Per Mikkelsen, næstformaður í Skála Ítróttarfelagi dylur ikki, at Skála uttan iva verður tað felagið, sum kemur at hava tann bíligasta effodeildshópin komandi ár. Kortini eru vónirnar ikki sørar, at liðið kann røkka einum 8. plássi, og bjarga sær í deildini.
Undir myndini ber til at hoyra eina samrøðu við Per Mikkelsen.










