Skála er greitt á odda

B68 tapti aftur í dag – hesaferð ímóti B71 - og nú eru seks stig frá B68, B71 og AB og fram til Skála

Tað gongur sum eftir ánni hjá Skála, sum í fjør flutti niður úr bestu deildini. Í dag vóru skálamenn í Runavík, og teir fóru til hús aftur við 2-1 sigri. Hetta var sjeyndi dysturin í hesum kappingarárinum, og hetta var sætti Skála sigurin. Tað stóð nógv á, áðrenn Skála sigurin var komin til høldar. Meinhard E. Olsen legði miðskeiðis í 1. hálvleiki NSÍ framum, og tað var ikki fyrrenn tað restaðu tjúgu minuttir, at Skála toppskjúttin Brian Jacobsen javnaði. Seks minuttir seinni gjørdi NSÍ sjálvmál, og so vann Skála.

 

Einasta ferðin, at Skála higartil ikki hevur vunnið fulla úrtøku, var fyri tveimum vikum síðani, tá ið skálamenn vitjaðu B71, og tað endaði málleyst. Eftir tríggjar ferðir málleysar javnleikir eydnaðist tað í dag B71 bæði at skora og at vinna. B68 vitjaði, og toftamenn fóru til hús aftur við 2-1 tapi. André Olsen legði beinanvegin B68 framum, men longu áðrenn eitt korter var farið, var B71 frammanfyri. Fyrst gjørdu toftamenn sjálvmál, og síðani skoraði Marcus Klementsen málið, sum eftir 90 minuttir vísti seg at verða sigursmálið.

Úrslitið á Sandi bar við sær, at B68 ikki megnaði at taka næstfremsta plássið aftur frá 07Vestur, sum í gjárkvøldið vann trivaligan 5-0 sigur í grannauppgerðini í Miðvági. Úrslitið ber eisini við sær, at sandoyingar nú eru á fjórða plássi og hava sama stigatal sum B68.

B68 tapti fyri einari viku síðani við einum máli í Sandavági. Í dag tapti B68 við einum máli á Sandi. Dýra biðjudag fær B68 vitjan av toppliðnum á Skála.

 

Higartil hevur tað gingið heilt væl hjá næstbesta AB liðnum, og soleiðis var tað eisini í dag. AB hevði vitjan av teimum næstbestu hjá Víkingi, og gestirnir fóru til hús aftur við 2-0 tapi. Dánjal Jákup Hansen setti hol á, tá ið tað restaði eitt korter. Tá høvdu víkingarnir í tólv minuttir verið undirmannaðir, tí Per Eirikur Húsgarð fyri aðru ferð hevði sæð gula kortið og harvið eisini tað reyða. Ari Johannesen staðfesti heimasigurin í evstu løtu. AB hevur nú sama stigatal sum B68 og B71.

 

Hjá KÍ hevur tað verið eitt sindur misjavnt. Fýra ferðir hevur liðið verið á útivølli, har tað higartil ikki er eydnast at vinna nakað stig. Í dag var triði heimadysturin á skránni. Tølini siga, at tað gongst væl hjá KÍ í Klaksvík. Í dag var úrslitið 5-0 heimasigur á B36. Fyri einari viku síðani var úrslitið 7-0 heimasigur á MB, og í fyrsta heimadystinum vann KÍ 4-2 á AB. Tað vil siga, at úrtøkan buturúr trimum heimadystum er fult stigatal við málmuninum 16-2! Í dag var 1. hálvleikur málleysur, men so gekk skjótt. Talan var um fimm ymiskar KÍ málskjúttar – Jóannes Danielsen, sum varð tikin út eftir lítlan tíma, tí hann verður á dómaraseðlinum ímóti AB í morgin, Steinbjørn Olsen, Dávid Langgaard, Símun Joensen og Jógvan Isaksen.

 

7. umfar

MB-07Vestur 0-5 (0-4)

0-1: Jákup Hansen 16.

0-2: Holgar Durhuus 19.

0-3: Holgar Durhuus 42.

0-4: Gunleif Olsen 44.

0-5: Jóannis á Steig 91.

 

B71-B68 2-1 (2-1)

0-1: André Olsen 8.

1-1: sjálvmál 12.

2-1: Marcus Klementsen 14.

 

NSÍ-Skála 1-2 (1-0)

1-0: Meinhard E. Olsen 24.

1-1: Brian Jacobsen 71.

1-2: sjálvmál 77.

 

AB-Víkingur 2-0 (0-0)

1-0: Dánjal Jákup Hansen 75.

2-0: Ari Johannesen 90.

Reytt kort: Per Eirikur Húsgarð, Víkingur, 63. (2 gul)

 

KÍ-B36 5-0 (0-0)

1-0: Jóannes Danielsen 48.

2-0: Steinbjørn Olsen 51.

3-0: Dávid Langgaard 70.

4-0: Símun Joensen 75.

5-0: Jógvan Isaksen 80.

 

Støðan

Skála 19

07Vestur 15

B68, B71 og AB 13

KÍ 9

NSÍ og B36 6

Víkingur 5

MB 0

 

8. umfar

Dýra biðjudag – 1. mai

B68-Skála

Leygardagin 2. mai

B71-KÍ

MB-NSÍ

AB-B36

Víkingur-07Vestur

 

Mynd: Eli Hentze