Skála hevur í dag vunnið 8-0 á útivølli ímóti B71. Hálvleiksstøðan var 2-0. Jákup Johansen, sum í summarsteðginum flutti úr ÍF og aftur til barndómsfelagið, skoraði trý mál, og Brian Jacobsen og Ólavur Mikkelsen skoraðu tvæpr ferðir í part. Edvin Jacobsen skoraði eitt mál.
Í gjár varð tað greitt, at B68 næsta ár skal spæla í bestu deildini.
Úrslitið á Sandi í dag ber við sær, at Skála er á silvurplássinum, og at fjarst’ðan aftur til FC Suðuroy, sum hevur kappast við Skála um uppflytingarplássið, undan tveimum teimum síðstu umførunum er fimm stig. Málmunurin hjá Skála er eisini munandi betri, enn hann er hjá FC Suðuroy. Hjá Skála er hann +31, og hjá FC Suðuroy er hann +12.
Í tveimum teimum seinastu umførunum skal Skála spæla á útivølli í Leirvík ímóti teimum næstbestu hjá Víkingi og á heimavølli ímóti teimum næstbestu hjá EB/Streymi. FC Suðuroy skal leygardagin spæla í Gundadali ímóti teimum næstbestu hjá B36, og í síðsta umfari fara teir næstbestu hjá Víkingi at vitja á Vágseiði.