Fótbóltslíkindini eru av teimum fagrastu í dag. Í næstbestu deildini er næstsíðsta umfar á skránni. Fyrsta bríkslið í fyrsta dystinum var longu klokkan 12.00. Tað var við Margáir, har B68, sum longu frammanundan hevði tryggjað sær uppflyting vitjaði EB/Streym. Úrslitið var 5-2 til B68. Jónleif Højgaard skoraði fýra mál fyri B68. Harvið er hann toppskjútti í deildini við 22 málum. Dysturin var merktur av, at heimaliðið longu í 21. minutti misti ein mann.
Skála er fimm stig frammanfyri FC Suðuroy undan hesum umfarinum. Harvið er góður møguleiki fyri, hjá skálamonnum í dag at tryggja sær rættin til næsta ár at spæla í bestu deildini. Talan verður tó um stóra avbjóðing, tí Skála skal spæla í Leirvík ímóti teimum nætbestu hjá Víkingi.
FC Suðuroy eigur eisini torføran setning á útivølli í Gundadali ímóti teimum næstbestu hjá B36.
B71 fær vitjan av HB, og í Klaksvík verður í kvøld uppgerð millum TB og KÍ, sum liggja báðu megin niðurflytingarstrikuna. Um tað verður annað ella hitt av hesum báðum liðunum, sum fer at flyta niður er treytað av, hvat av bestu liðunum hjá hesum báðum feløgunum, sum fer at flyta niður úr bestu deildini.
KÍ-TB: Kári J. á Høvdanum kl. 17.15
EB/Streymur-B68 2-5 (0-4)
0-1: Jónleif Højgaard 3.
0-2: Jónleif Højgaard 22.
0-3: Jónleif Højgaard 38.
0-4: Emil Ronaldson 44.
1-4: Gestur B. Dam 75.
1-5: Jónleif Højgaard 79.
2-5: Jens Michael Jensen 90.
Reytt kort: Allan Hansen, EB/Streymur, 21. (beinleiðis reytt).
Víkingur-Skála: Pætur Albinus kl. 15.00
B36-FC Suðuroy: Súni Fríði Barbá kl. 15.00
B71-HB: Eiler Rasmussen kl. 15.30
Støðan undan 26. umfari
B68 50
Skála 45
HB 45
FC Suðuroy 40
B36 37
Víkingur 34
KÍ 29
EB/Streymur 29
TB 27
B71 18