Skal virka betri

Hóast Bjørn Kalsø staðfestir, at hansara fatan - og fatanin í Fiskimálaráðnum sum heild - er, at bjargingararbeiðið við Jøkulfell gekk væl, so ásannar hann tó samstundis, at tað er rúm fyri batum.
- Tí má eg enn einaferð siga, at eg eri sera fegin um frágreiðingina. Tí hon er í nógvar mátar ein konstruktivur kritikkur, soleiðis at vit meira málrættað kunnu gera av, hvar vit skulu betra okkum, sigur Bjørn Kalsø, og vísir á, at arbeiði hesum viðvíkjandi longu er farið ígongd.
Eitt nú er eitt samskipanarráð gjørt, soleiðis at stovnarnir, sum eru við í tilbúgvingini, kunnu samskifta enn betri. Skeiðsvirksemið er intensiviserað, eins og ein ávís útveksling við fólki er fingin í lag. Hetta seinasta soleiðis at fólk í føroysku tilbúgvingini kunnu fáa royndir frá størri skipanum, har frekvensurin av slíkum tilburðum er hægri, og at royndirnar á tann hátt gerast fleiri.
Samstundis verður arbeitt við nøkrum bygnaðarbroytingum, soleiðis at øll tilbúgvingin kann verða í eini meira náttúrligari legu.

Leiðarin tykist offraður
Í øllum hesum er tó eisini ein spurningur, sum tað enn ikki hevur verið tosað so nógv um.
Síðani sjóbjargingarstøðin varð sett á stovn, hevur tað verið Djóni Weihe, sum hevur verið leiðari á hesari. Og tí kann tað tykjast sera óheppið, nú broytingar og umstruktureringar verða framdar, at tann embætismaðurin, sum kanska hevur drúgvastu royndirnar í so máta ikki er við. Serstakliga ikki, tá bæði landsstýrismaðurin og Fiskimálaráðið halda fast við rættleikanum í teimum avgerðum, sum hesin framdi í Jøkulfell-málinum. Eitt mál, sum hevur havt við sær, at leiðarin ikki longur er í starvinum.
- Lat meg fyrst undirstrika, at Djóni Weihe er altso ikki sagdur úr starvinum, sigur Bjørn Kalsø, tá vit leggja hendan spurningin fyri hann.
- Vit samdust um, at hann var leiðari, meðan kanningin fór fram, og eftirfylgjandi hevur hann søkt um farloyvi, og hetta er játtað. Seinast er so tað hent, at partarnir eru samdir um, at tað nyttar lítið at lata heilan stovn liggja í leiðsluloysi, tí leiðarin er í farloyvi, og tí verður í næstum søkt eftir nýggjum stjóra til MRCC-støðina. Men fyri tað verður á ongan hátt sagt, at Djóni Weihe ikki skal aftur í nakra funktión í hesum samanhanginum. Tað er nakað, sum tíðin fer at vísa, staðfestir landsstýrismaðurin at enda.