Skal vinna sessin

- Eg verði her fyribils í seks mánaðir, og eg fari at gera alt, eg eri mentur, fyri at sláa av Granme Smith. Vónandi sleppi eg á liðið, og málið er at prógva meg sjálvan og at hjálpa felagnum.

Gunnar Nielsen hevur um vikuskiftið gjørt leiguavtalu við skotska Motherwell. Fyribils avtalan er galdandi í eitt hálvt ár.

- Eg havi vant saman við fleiri frálíkum málverjum á míni yrkisleið, bæði í Blackburn og landsliðshøpi, og eg eri vísur í, at tað verður ein góð uppliving at venja við Colin Meldrum og Granme Smith, sigur Gunnar Nielsen við heimasíðuna hjá Motherwell.