Skal viðgera føroyskar lógarspurningar

Eitt felag við ungum løgfrøðingum og stjórnarkønum hevur tikið stig til at geva út eitt føroyskt lógarrit, sum skal lýsa og viðgera føroyskar lógarspurningar og siðvenjur

Kann løgmaður hetta? Kann landsstýrismaðurin hatta? Hvørji mørk setur stýrisskipanarlógin fyri hesum og hasum?

Slíkir spurningar verða dagliga viðgjørdir í føroysku miðlunum, og svarini eru ofta ymisk og ógreið.

Tí heldur eitt felag við ungum løgfrøðingum og stjórnarkønum tað vera hóskandi at geva út eitt føroyskt lógarrit, sum gjølligari viðger síkar spurningar.


Stórur tørvur

Felagið, ið kallast Føroyskt Lógar Rit, sigur í tíðindaskrivi, at tørvurin á einum lógarriti er stórur. Føroyar hava altíð verið egið løgdømi við egnum lógum og dómum. Talið av lógum, dómum og avgerðum, ið bert hava gildi í Føroyum, er stórt. Og við nýggju stýrisskipanini eru nú lógir, ið bert eru skrivaðar á føroyskum.

Limirnir í felagnum Føroyskt Lógar Rit halda, at trupulleikar og óvissa standast av, at hvørki lýsing av mannagongdum alla ástøðilig viðgerð fer fram innan føroyska lóg.

? Almennar avgerðir eiga at koma á prent, tí tær hava týdning, um vit til fulnar skulu skilja rættarstøðuna. Í flestu lógum eru spurningar um tulking, sum kunnu avgerðast á ymsan hátt. Bert við at kenna avgerðir ? serliga frá kærunevndum og dómstólum ? kunnu vit til fulnar siga, hvør rættarstøðan er, siga løgfrøðingarnir í tíðindaskrivinum.


Ymiskt tilfar

FLR, sum er styttingin fyri Føroyskt Lógar Rit, fer at innihalda fleiri sløg av viðgerðum. Í ritinum fara at vera ástøðiligar viðgerðir, lýsingar av siðvenju umframt fastir tættir av ymsum slag.

Lógarritið kemur væntandi út tríggjar ferðir um árið, á vetri, vári og heysti. Fyrsta ritið er evnisrit um fólk og fullveldi.

? Nógvir óloystir spurningar eru viðvíkjandi støðu Føroya. Gjørdust vit nakrantíð partur av Noreg ella Danmark? Eru Føroyar eitt land, føroyingar eitt fólk ella tjóð? Hava vit ræði á egnum landi, ella eiga vit rættin at fáa tað, ella er rætturin farin fyri bakka? Ber tað til at vera land og fólk og framvegis vera innan fyri ein størri valdskam, spyr Føroya Lógar Rit í tíðindaskrivi.


Almennur fundur

Føroya Lógar Rit byrjar orðaskifti sítt við trimum greinum, sum ávikavist Halgir Winther Poulsen, Guðmundu Alfredsson og Alasdair Geater og Scott Crosby hava skrivað. Av hesum fara Halgir Winther Poulsen, Alasdair Geater og Scott Crosby at greiða frá greinum sínum á almennum fundi, sum verður í Fiskirannsóknarstovuni í Nóatúni í Havn hósdagin 8. februar.

Halgir Winther Poulsen spyr í grein síni, um Føroyar eru tjóð, og lýsir fyrilitini í altjóða lóg, ið gera av hendan spurning. Guðmundur Alfredsson nemur við, hvat tað merkir at vera tjóð í samráðingarhøpi. Alasdair Geater og Scott Crosby viðgera sjálvsavgerðarrættin bæði í nútíðar og søguligum høpi. Serliga nema teir við, hvønn týdning felagsskapir sum ES hava fyri sjálvsavgerðarrættin hjá smáum londum og tjóðum.

Kári á Rógvi, løgfrøðingur, samskipar arbeiðið hjá felagsskapinum Føroyskt Lógar Rit.